Stórt lop úti í Lamba í Mykinesi

Í vikuni hevur verið stórt lop í Mykinesi úti í Lamba

##med2##

 

Eddie Lauritsens, bóndi í Mykinesi, sigur frá, at eitt ordans skrædl hevur verið úti í Lamba, av Rógvuni og niður yvir Háldanatorvu og Bóndabólið og oman á slætt. Ein partur av nýggju gøtuni er eisini farin, sigur hann.

 

Hann sigur, at talan er um lop úr berginum, sum hevur grópað allan vøkstur og lagt nýggju gøtuna undir.

 

Men hann heldur ikki, at lundalandið hevur fingið so stóran skaða.

 

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna, sum Árni Gregersen hevði við Eddie Lauritsen í tíðindunum á FM1 á middegi.