Í kvøld er stóra filmskvøldið í Norðurlandahúsinum, tá ársins Geyti, sum filmsheiðurslønin eitur, verður handaður.
Tað er nú klokkan 19, at fullsett er í salinum í Norðurlandahúsinum, har teir sjey stuttfilmarnir verða vístir.
Eftir sýningina verður avdúkað, hvør filmur vinnur filmsvirðislønina Geytan á 25.000 kr, sum Norðurlandahúsið letur. Áskoðararnir fáa eisini høvi at velja sín yndisfilm, og vinnarin av Áskoðaravirðislønini fær 15.000 kr, sum Tórshavnar Kommuna letur. Finnur Koba er vertur.
Teir filmar, ið verða sýndir eru hesir:
Tú, sjónbandalag - Jóannes Lamhauge
Terminal, stuttfilmur - Dávur Djurhuus
Eina, stuttfilmur - Andrias Høgenni
True Love, stuttfilmur - Heiðrik á Heygum
Vetrarmorgun, stuttfilmur - Sakaris Stórá
Munsch, stuttfilmur - Jónfinn Stenberg
Byrta, tónleikavangamynd - Uni L. Hansen
Eisini verður filmurin Big Places, dokumentarfilmur hjá Thomas Koba, vístur, men er tó ikki við í kappingini um virðislønirnar.