Tveir ungir íverksetarar hava ment eitt elektroniskt kort til ferðavinnuna. Við kortinum ber til ómakaleyst at síggja vakrastu støðini í Føroyum. Tænastan eitur ekort.
Fríði Mellemgaard og Símun Højgaard hava seinasta árið arbeitt við at menna tænastuna, sum ger upplivingina hjá ferðafólki enn ríkari. Kortið hjálpir ferðafólki at ferðast runt í Føroyum soleiðis, at tey fáa so nógv burturúr teirra túri sum til ber.
- Verkætlanin byrjaði í januar mánaði 2014. Vit fingu hugskotið at byggja eina tænastu til ferðavinnuna, tí vit sóu stóran tørv á hesum. Ferðafólk skulu fáa so góða kunning sum gjørligt, siga Fríði og Símun.
Síðan januar mánað 2014 hava ungu íverksetararnir arbeitt við verkætlanini. Teir hava í tveimum umførum fingið peningaligan styrk frá Vinnuframa. Hetta ger tað gjørligt at menna eina góða og brúkaravinarliga app.
- Vinnuframi hevur spælt ein stóran leiklut. Vit fáa ment tænastuni skjótari og hava lagt serligan dent á at seta ferð á at gera tænastuna lætta at brúka, siga Fríði og Símun.
Teir húsast í løtuni í Hugskotinum, sum er íverksetarahúsið hjá Tórshavnar kommunu. Í hølunum í Niels Winthers gøtu arbeiða teir við at menna tænastuna. Teir fáa støðugt viðkomandi ráðgeving, sum eisini hevur havt góða ávirkan á framgongdina.
- Menningin hevði ikki gingið so skjótt, høvdu vit ikki kunna sitið í Hugskotinum, tosa við aðrar íverksetarar og fingið góða ráðgeving. Vit hava fingið hjálp á øllum økjum so hvørt, sum tørvur hevur verið á tí.
ekort hevur akkurát gloppað dyrnar upp til fyrstu útgávuna av tænastuni. Teir ynskja at vita, hvussu tænastan riggar, tá fólk brúka hana.
Appin eitur “ekort” og kann verða tikin niður á Play Store og seinni App Store. Eisini ber til at nýta tænastuna á ekort.fo.