Stórt ferðalið av føroyingum til Týsklands í august

Tá Teenstreet fer av bakkastokki 1. august, verður tað vil luttøku av 406 føroyingum, harav 170 teirra eru við á fyrsta sinni.

Seinasta árini er tað vorðin ein fastur táttur í summarferiuni hjá fleiri ungum at luttaka í árligu summarstevnuni Teenstreet, ið misjónsfelagsskapurin OM skipar fyri.


Í ár eru tað tó munandi fleiri, ið leita sær til týska býin Offenburg enn undanfarnu ár. 406 fólk hava boðað frá luttøku, og er tað ein stórur vøkstur frá í fjør.


- 406 fólk hava meldað seg til í ár, ið er okkurt um hundrað fleiri enn í fjør. Harav eru umleið 170 fólk, ið aldrin hava verið áður. Tað er nógv fleiri nýggj enn vanligt. Tað plagar nevniliga at liggja um 30-40 nýggj fólk, sigur Elisabeth Christiansen, ið situr í nevndini, ið samskipar føroyska partin av summarstevnuni.


Í ferðaliðinum eru bæði starvsfólk, leiðarar og hjálparfólk. Umleið 270 av teimum 406 luttakaranum eru ung, meðan restin er starvsfólk.


- Vøksturin stavar serliga frá, at samkomurnar gera eitt størri arbeiði. Fleiri teirra hava valt at senda heilar bólkar avstað. Tað vil siga, at tey senda bæði ung, hjálparfólk og leiðarar, ið koma at fylgjast allan vegin, sigur Elisabeth.


Stevnan byrjar 1. august í týska býnum Offenburg, so tað er ikki bara sum at siga tað, at frakta umleið 400 fólk úr Føroyum til Týsklands.


- Vit hava gjørt avtalu um eitt leiguflogfar, har 144 fólk sleppa við. Tað varð útselt aftaná tveir dagar. So hava vit eisini eina avtalu um 70 ferðaseðlar til Billund. Harfrá taka tey so bussin til Offenburg. Vit hava eisini leigað bussar frá Keypmannahavn, og eru tey umleið 70, ið nýta tann møguleikan. Busstúrarnar frá Billund og Keypmannahavn taka umleið 16-20 tímar. Restin hevur so valt at ferðast sjálvi til Týsklands, greiður Elisabeth Christiansen frá.


Luttakaratalið úr øllum londum verður um 4000-4500 fólk. Sostatt er einki at ivast í, at føroyingar fara at seta sín dám á stevnuna.


Til ber at fylgja stevnuni á heimasíðuni hjá Teenstreet Føroyar, har man kann síggja myndir og sjónbond frá stevnuni, umframt man kann stroyma møtini beinleiðis.