Hvar helt tú nýggjár og varð okkurt gjørt burturúr?
- Nýggjársaftan vóru vit á Dánjalstrøð, har eg vaks upp. Í ár vóru vit hjá bróður og bróðurkonu saman við fleiri. Her var ymiskur góður matur og tað, sum annars hoyrir til eitt gott kvøld.
Tað sigur Bjørt Samuelsen, sum nú er løgtingsforkvinna.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2022?
- At verða vald sum løgtingsforkvinna við stuðli frá øllum 33 tingkvinnum og tingmonnum var stórt fyri meg. Somuleiðis at uppliva so dyggan stuðul til bæði fólkatings- og løgtingsvalið. Og at flokkur mín kom í samgongu - tað var fantastiskt.
Og Bjørt Samuelsen heldur fram:
- Tað var ein heilt serstøk og góð uppliving á páskum, tá øll familjan - foreldur og systkin míni við øllum okkara – ferðaðust saman til Marbella. Tann yngsti á ferðini var hálvt ár og tann elsti 85 ár. Tað var eitt upplivilsi fyri lívið fyri stór sum smá.
Hon sigur, at tað eisini var serstakt og hugnaligt í summar at savnast við floksfeløgum, sum byrjaðu í fyrsta flokki í Sankta Frants skúla fyri 50 árum síðani.
- Eisini ein áminning um, hvussu skjótt tíðin gongur, leggur hon aftrat.
Hvat var tað keðiligasta í 2022?
- Tað ringasta, sum hendi í árinum, var uttan iva, at Russland leyp á Ukraina tann 24. februar og sum síðan hevur ført eirindaleyst kríggj ímóti hesum landi og fólki. Hetta legði ein myrkan skugga yvir árið og framtíðina.
Bjørt Samuelsen vísir á, at góð fólk eru farin í árinum sum fór.
- Nýggjársaftan fylgdu vit gubba mínum, Líggjasi Joensen, til gravar. Hann var lívsglaður og eitt deiligt menniskja, sum eg eigi so nógv góð minnir um. Havi djúpa samkenslu við øllum hansara nærmastu.
##med2##
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2023?
- Eg vóni, at Putin leggur vápnini. At heimurin gerst eitt betri stað fyri fleiri. At ríkidømið verður javnari býtt. At vit taka stór fet á grønu leiðini til gagns fyri okkum og eftirkomarar okkara. At skapanaevni sleppa at blóma í list og vinnu. At fleiri í samfelagnum fáa betri atgongd og somu møguleikar, sum vit onnur taka fyri givið. At vit fáa fleiri vísar leiðarar í heiminum. At tað fer at gangast børnunum, ommusynunum og familjuni væl. At mær unnist nógvar góðar løtur saman við vinfólki og teimum, eg eri góð við.
Gevur tú eitt nýggjáarslyfti?
- Nýggjárslyfti dámar mær væl at hava. Plagi at orða minst trý ymisk lyfti ella mál fyri árið. Eitt um familju og vinir, eitt um mítt arbeiði og eitt um heilsu ella tað at liva lívið. Tað geri eg aftur í ár. Hóast eg ikki avdúki lyftini, so kann eg siga so mikið sum, at eg vil vera takksom og royna at verða meira fyri tey, sum eg eri so heppin at eiga í mínum lívi, sigur Bjørt Samuelsen.