Hvussu heldur tú jól, og hvat siga jólini tær?
- Á jólum eigur familjan alla rúmdina. Jólaaftan fóru vit út á kirkjugarðin og hava eina stilla løtu saman við okkara farnu. Um kvøldið fóru vit til eitt av børnunum. Vit fáa góðan mat, lesa jólaevangeliið, geva gávur og dansa um jólatræið.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður. Hann leggur aftrat, at jólini eru ein rólig tíð hjá honum, og tað kennist væl at steðga á, hugsa um tey innaru virðini og geva sálini rúmd.
Hvat verður etið jólaaftan og um jólini annars?
- Sum oftast er ovnhitað ræst lambstjógv høvðusrættur jólaaftan. Soleiðis var eisini heima hjá foreldrum mínum. Jólaaftan endar sum oftast við, at eg hyggi eftir pávamessuni úr Rom, men fyrr í tíðini fór eg ofta í kirkju hjá katolikkunum í Havn.
Hann sigur, at fyrsta jólamorgun fóru tey í dómkirkjuna at lurta eftir jólaprædikuni. Tá verforeldrini livdu, var jóladøgurin úti á Argjum hjá teimum. Í dag er 1. jóladagur stillur og friðaligur.
- 2. jóladag koma øll børnini við makum, abbabørnini - onkur við maka - og langabbabarnið í Gundadali á vitjan, og tá borðrreiða vit við alskins mati og drekka. Av tí, at 2. jóladagur er leygardagur í ár og fellur saman við tí gongutúri, sum vit gomlu HB-arar ganga hvønn leygarmorgun klokkan 9, fari eg at ganga saman við teimum.
Poul Michelsen sigur, at hann sum oftast fer ein langan hagatúr 2. jólamorgun, og har úti er sálarbót at finna, sum hann tekur til.
Hvussu hevur 2015 verið fyri teg?
- Árið hevur í allar mátar verið sermerkt. Politiskt hava vit havt tvey góð val, vinnuliga hevur gingið væl, og eg bleiv langabbi. Eg havi roynt eitt sindur av hvørjum í mínum lívi, men ongantíð havi eg verið landsstýrismaður.
Hvat var besta upplivingin hjá tær í 2015?
- At Framsókn fingu tvey - næstan trý - fólk vald á ting. At gerast landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum er sera stórt fyri meg.
Hvat var keðiligasta upplivingin hjá tær í 2015?
- Veit ikki.
Hvat hevur tú sett tær fyri at røkka í 2016?
- Eg vil gera mítt allarbesta fyri at røkja mínar skyldur allastaðni. Mítt mál er at røkka størri persónligt frælsi, vinnuligt frælsi - og tjóðarfrælsi, sigur Poul Michelsen.










