Stórsteypadystur á Rás2

Í kvøld spæla føroyameistararnir úr HB og steypavinnararnir úr Víkingi ársins Stórsteypadyst

Í kvøld spæla føroyameistararnir úr HB og steypavinnararnir úr Víkingi ársins Stórsteypadyst á ovara vøll í Gundadali. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum, sum byrjar klokkan 18. Rás2 byrjar at senda eftir tíðindini klokkan 17.

 

Áttanda árið á rað skipa Lions Club í Føroyum og Fótbóltssamband Føroya fyri Stórsteypadysti í fótbólti millum føroyameistararnar og steypavinnararnar frá árinum fyri, sum í ár eru ávikavist HB og Víkingur.

 

Hesi bæði liðini verða eisini mett sum tvey tey sterkastu til komandi kappingár. HB hevur fingið nýggjan venjara í Heðini Askham, meðan Sigfríður Clementsen heldur fram í Víkingi, eftir at hann tók við á sumri í fjør. Undan tí var Sigfríður venjari hjá HB, men hóast stóra framgongd, so helt samstarvið ikki fram.

 

Ágóðin til Georgia

 

Dysturin verður skipaður eftir sama leisti sum eitt nú dystirnir í Onglandi um Charity Shield, og endamálið er at fáa ein góðan dyst, ið samstundis savnar pengar inn til eitt gott og vælgerandi endamál.

 

Hesaferð hevur Lions Club í Føroyum gjørt av, at innkomnu pengarnir skulu fara til eitt altjóða Lions-átak, nú Føroyar hava fingið áheitan um at vera við til at stuðla bygging av eini lyftu á einum heimi fyri brekað í Dusheti í Georgia. Saman við Lions Club International eru føroysku Lions-klubbarnir við til fíggja hesa íløgu, ið skal gera tilveruna munandi lættari hjá teimum brekaðu, sum búgva á heiminum í Dusheti, skrivar Lions Club í tíðindaskrivi.

 

Býtið millum fyrireikararnar er soleiðis, at Fótbóltssamband Føroya tekur sær av tí fyrisitingarliga, so sum at áseta dystardag og dómara, útvega heiðursmerki, bóltar, atgongumerki og at fáa steypið til vega, meðan Lions Club í Føroyum syrgir fyri tí praktiska, sum er at gera uttan fyri vøllin, so sum innkrevjarar, trygdarfólk og nógv av tí, ið vanliga er upp til heimaliðið at skipa fyri.

 

Hetta er fimtu ferð, at HB spælir Stórsteypadyst og triðju ferð, at Víkingur er við, og HB hevur vunnið tvær ferðir, meðan Víkingur enn eigur á at vinna.