Stefan Radosavljevic hevur síðstu árini verið á U-21 landsliðnum, og hann verður eisini á U-21 landsliðnum, sum næstu dagarnar fer at spæla ímóti Fraklandi og Norðurmakedonia.
Í kvøld var hann á HB miðvøllinum, tá ið HB vann grannauppgerðina ímóti B36 1-0. Í tveimum teimum fyrstu dystunum skoraði hann trý mál, og í kvøld var hann einasti málskjúttin í góðveðrinum á Tórsvølli. Tólv minuttir eftir steðgin rann hann seg leysan í vinstru, rann frá mótstøðumanninum, sneiddi inn ímóti málinum og setti bóltin trygt í handara síðunetið.
Stefan var sera eyðsýndur, inntil hann eitt korter undan leikloki varð útskiftur við Ára Mohr Jónsson. Avrikið hjá einasta málskjúttanum var so mikið sannførandi, at tað man vera lítil ivi um, at Håkan Ericson skjótt fer at senda boð eftir Stefani Radosavljevic.
Talan var um intensa og ferðmikla grannauppgerð frammanfyri ikki so fáum áskoðarum, og tað vóru støður í báðum brotsteigum.
Merkisvert var tað, at Uros Stojanov ikki var millum teir fyrstu ellivu hjá B36. Hann varð skiftur inn miðskeiðis í seinna hálvleiki, og lítla løtu seinni hevði hann sera stóran møguleika at javna. Innskifti Símun Sólheim legði væl inn fyri, og Uros Stojanov var í góðari støðu, tá ið hann royndi seg við stútara, men bólturin fór skeivu megin stólpan.
Úrsitið ber við sær, at HB hevur 9 stig, meðan B36 eftir 4-1 heimasigur í fyrsta umfari ímóti B68 og 1-0 tap á útivølli ímóti KÍ og á heimavølli ímóti HB hevur trý stig.
HB – B36 1-0 (1-0)
1-0: Stefan Radosavljevic 57.
Dómari: Petur Reinert
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Hørður H. Askham, Gustav Kjeldsen, Daniel Johansen – Heðin Hansen – Jákup L. Thomsen (Bartal Wardum, 87.), Áki D. Samuelsen (Dan í Soylu, 67.), Stefan Radosavljevic (Ári Mohr Jónsson, 75.), Adrian Justinussen (Hanus Sørensen, 87.) – Hilmar Leon Jakobsen (Øssur M. Dalbúð, 75.)
Gult kort: Heðin Hansen, Daniel Johansen
Venjari: Kim Engstrøm
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Lars Høholt, Sonni Ragnar Nattestad, Magnus Egilsson (Bjarni Petersen, 87.) – Eli Falkvard Nielsen, Ragnar Samuelsen (Uros Stojanov, 68.) – Martin Agnarsson (Símun Sólheim, 68.), Andrass Johansen, Bjarki C. Nielsen (Brian Jakobsen, 87.) – Michal Przybylski
Gult kort: eingin
Venjari: Dan Brimsvík