Áki Egilsnes er í hesum døgum í Íslandi og royndarvenur við ÍBV. Áki, sum er 19 ára gamal, hevur í ár verið stórskjúttin á VÍF liðnum, og á U21 landsliðnum.
- Eg havi ein dreym um at royna meg sum yrkishondbóltsspælara. Tí havi eg tikið av møguleikinum at roynarvenja við ÍBV í Íslandi, sigur Áki Egilsnes við Sosialin.
Hann fór eftir dystin móti H71 sunnukvøldið til Íslands, har hann hevur royndarvant síðani. Skuldi skiftið blivið veruleiki, so verður tað ikki fyrr enn í januar.
- Eg taki eina avgerð, tá eg kom heim. Skuldi tað blivið til nakað, so verður skiftið fyrst í januar, tí eg havi spælt við VÍF í ár, sigur Áki Egilsnes.
19 ára gamli bakkurin var millum lyklaspælararnar, tá VÍF farna kappingarár vann gull í bæði landskappingini og steypakappingini.