Stórsigur til VÍF

Kvinnurnar hjá VÍF eru nú bara tvey stig aftan fyri Kyndil

Tað gekk, sum væntað, tá kvinnurnar hjá VÍF í kvøld tóku ímóti stigaleysu Søljuni.

 

VÍF van ein tryggan sigur, og við hesum eru tær nú bara tvey stig aftan fyri Kyndil á stigatalvuni. Soleiðis elta vestmannakvinnurnar framvegis møgulikanum fyri einum plássi í FM-finaluni.

 

Besti málskjútti hjá VÍF var Agnas Olsen, sum skeyt 12 mál. Jórun Gudmundsen skeyt fimm av málunum hjá gestunum.

 

VÍF-Søljan 44-10 (27-6)