Stórsigur til Van Gaal í fyrstu royndini

Manchester United spældi í nátt sín fyrsta dyst undir nýggja venjaranum, Louis Van Gaal

Manchester United spældi í nátt sín fyrsta dyst undir nýggja venjaranum, Louis Van Gaal.

 

Og sigast kann ikki annað, enn at Louis Van Gaal hevur fingið eina flúgvandi byrjan í Manchester United.

Manchester United vann venjingardystin móti amerikanska liðnum, LA Galaxy 7-0, eftir at hálvleiksstøðan var 3-0 til Manchester United.

 

Wayne Rooney, Reece James og Ashley Young fingu allir tvey mál hvør, meðan Danny Welbeck fekk eitt mál fyri Manchester United.

 

Liverpool spældi eisini venjingardyst í nátt. Dysturin hjá Liverpool var móti italienska felagnum, AS Roma og Liverpool tapti dystin 1-0. Einsamalla málið í dystinum skeyt danski verjuleikarin hjá Liverpool, Daniel Agger, tá hann var so óheppin at gera sjálvmál.