Stórsigur til oddaliðið

VB fylgdi væl við undan steðginum, men so skrædnaði

Neistin vann seg aftur á oddasessin í bestu kvinnudeildini, tá tær í dag vunnu tryggan útisigur móti VB.

 

VB var annars væl við fyri steðgin, og tað var bert tað eina málið á muni, tá liðini fóru til hálvleiks.

 

Eftir steðgin skrædnaði tó rættiliga. Neistin koyrdi áhaldandi á í royndini at lukka dystin fullkomuliga, og VB tóktist hvørki hava neyðuga orkuna ella viljan, sum skuldi til, um bláu gestirnir skuldu takast.

 

Við sigrinum er Neistin nú aftur á odda í Hvonn-deildini. Tær hava 29 stig fyri 18 dystir. Kyndil hevur 28 stig, og nummar trý er VÍF við 24 stigum. VÍF hevur tó spælt 17 dystir.