Neistakvinnur vunnu ein tryggan sigur, tá tær í dag høvdu vitjan av Stjørnuni, sum er á aftasta plássi í deildini.
Leingi var tó ikki likt til, at talan skuldi verða um nakran stórsigur. Stjørnan hekk væl í Neistanum allan fyrra hálvleik, men tá gestirnir vórðu raktar av dupult-útvísing, slapp Neistin avstað við nøkrum málum.
Eftir steðgin var gongdin meinlík. Stjørnan krøkti seg støðugt í Neistan, men seinasta korterið gekk orkan tó undan. Tá leyp Neistin avstað við fleiri skjótum málum, og so gjørdist talan um trivaligan sigur.
Neistin-Stjørnan 29-28 (14-12)