Tað endaði við stórsigri, tá bestu mansliðini hjá Kyndli og VÍF hittust í dag í høllini á Hálsi í Havn.
Kyndilsmenn vundu burtur úr vestmenningum og vunnu greiðari sigur á VÍF, enn teir hava gjørt í fleiri ár. Vestmenningar hinvegin vóru ikki so sannførandi, sum teir plaga at vera.
Við 9 málum vann Kyndil í dag dystin ímóti kappingarneytunum í Vestmanna, VÍF. Støðan gjørdist 33-24 til Kyndil. Hálvleiksstøðan var 15-11 til Kyndil.
Kyndil var á odda allan fyrra hálvleik, hóast vestmenningar komu fram um 7-6 í 16. minutti. Men longu í næsta minutti javnaði Kyndil aftur til 7-7. Fyrri hálvleikur endaði 15-11.
Kyndil økti um leiðlsuna í seinna hálvleiki, og eingin spenningar var um úrslitið, sum gjørdist 33-24 til havnarmenn.
Toppskorarar hjá Kyndli vóru:
David Edvardsen 7 mál
Hjalti Mohr Jacobsen 5 mál
Finnur Hansson 4 mál
Bjarni Sørensen 4 mál
Hørður Fannar Sigtórsson 4 mál
Toppskotarar hjá VÍF vóru:
Hanus Christophersen 6 mál
Áki Egilsnes 5 mál
Nunnu Lars Olsen 4 mál
Filip Jojic 4 mál
Dómarar vóru Gert Hansen og Arnar Dam. 225 áskoðarar vóru til dystin.
Støðan í FTZ deildini er nú:
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 3 | 82 | 63 | 19 | 6 |
2 | KÍF | 4 | 91 | 74 | 17 | 6 |
3 | VÍF | 5 | 129 | 129 | 0 | 6 |
4 | Kyndil | 5 | 134 | 135 | -1 | 4 |
5 | StÍF | 3 | 78 | 76 | 2 | 2 |
6 | Neistin | 3 | 68 | 75 | -7 | 2 |
7 | Team Klaksvík | 3 | 64 | 94 | -30 | 0 |









