Munnligu fyrispurningarnir til løgmann kundu teljast á tveimum hondum, tá Kaj Leo Holm Johannesen mikudagin svaraði fyri seg og sín leiklut í málinum um Skálafjarðartunnilin. Fyrispurningarnir komu í kjalarvørrinum á nógv umrøddu sjónvarpssendingini ”Skálafjarðartunnilin, kosta hvat tað kosta vil” týskvøldið, og tað merkti eisini orðaskiftið.
Løgmaður er eittnú lagdur undir at bera fram mótstríðandi upplýsingar, at halda aftur upplýsingar fyri løgtinginum og at hava verið við til at gera avtaluna um milliónaendurgjald til Copenhagen Infrastructure Partners (CIP).
Spurningarnir frá andstøðuni hegla niður yvir løgmann. Hví sigur løgmaður, at hann hevur ikki verið við til at gera endurgjaldsavtaluna við CIP, samstundis sum hann sigur seg hava verið við á fundinum, har avtalan varð gjørd? Og hvør var lógarheimildin fyri at gera avtaluna? Hví heldur løgmaður tað vera í lagi, at landsstýrismaðurin í innlendismálum ikki bar løgtinginum upplýsingarnar frá Landsverki? Hví helt løgmaður tað vera í lagi, at løgtingið ikki slapp at síggja sáttmálan millum landsstýrið og CIP, tá lógin varð løgd fyri løgtingið? Og hvat heldur løgmaður um, at løgtingslimir skuldu skriva undir trúnaðarváttan, tá tey loksins fingu møguleika at síggja tunnilssáttmálan.
Meðan spurningarnir vóru nógvir, so vóru svarini fá. Løgmaður tvíheldur stutt sagt um, at hann hevur einki skeivt gjørt.
CIP milliónin
Milliónin til CIP bleiv sum vera man nógv umrødd, og andstøðan krevur at fáa at vita leiklutin hjá løgmanni í hesari umstríddu avtalu.
- Eg meti meg ikki hava gjørt nakra avtalu við CIP. Har var ein harðligur fundur 27.juni. CIP pressaði á og tey vildu eisini hava meg at skriva undir. Men eg svaraði, at eg kundi ikki skriva undir, millum annað vísandi til stýrisskipanarlógina, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
- Tað merkir also, at løgmaður var til staðar. Hann hoyrdi, hvat bleiv sagt. Og hann sá, at tað bleiv skrivað undir, segði Bjørt Samuelsen.
- Ein munnlig avtala er líkan bindandi sum ein skrivlig avtala, suppleraði Kristina Háfoss, áðrenn Aksel V. Johannesen fór at samanbera støðuna við eina privata fyritøku, har stjórin fer á fund og hevur roknskaparleiðaran við, fyri síðani seinni at avnokta, at hann hevur nakað við avtaluna at gera.
- Hvat segði løgmaður á fundinum við CIP. Var hann bara ein fluga á vegginum? Og hví upplýsti hann ikki løgtingið um hesa milliónina undir 1. viðgerð í løgtinginum 6. august, spurdi Høgni Hoydal.
Og formaðurin í Miðflokkinum tók yvir:
- Eg dugi snøgt sagt ikki at skilja, at CIP-menninir ikki vórðu bidnir um at skrubba av, tá teir komu við hesum hesum kravinum. Hetta má steðga, segði Jenis av Rana.
- Hví er milliónin ikki flutt til CIP, spurdi Høgni Hoydal.
- CIP hevur sagt við okkum, at nú mugu vit nú mugu bíða eftir, hvussu leikur fer. Vit mugu síggja gongdina í málinum, svaraði Kaj Leo Holm Johannesen.
Orðadrátturin fekk formannin í Sjálvstýrisflokkinum at taka orðið.
- Eg havi heldur ikki skrivað undir nakra avtalu við CIP. Tíverri ikki, tí løgmaður steðgaði mær áðrenn, segði Kári P. Højgaard.
Stormurin
Ferð eftir ferð royndi andstøðan at fáa tær 14 undirskriftirnar, sum skulu til fyri at løgtingið sjálvt kann seta ein kanningarstjóra. Men hóast løgmaður sigur seg ikki leggja nakrar bindingar á samgongulimir, so fekk andstøðan ikki sínar undirskriftir.
Sjálvur skírdi løgmaður málið at vera ein storm í einum vatnglasi.
- Ja, eg var við á fundi við CIP. Men nei, eg havi ikki gjørt nakra avtalu við CIP. Og eg havi heldur ikki ábyrgd av avtaluni við CIP. Eg havi steðgað eini avtalu, tí eg vildi hava málið aftur í løgtingið. Men so var eg dømdur í eini sjónvarpssending, segði Kaj Leo Holm Johannesen og legði afturat:
- Hetta málið er ein stormur í einum vatnglasi, tá man tosar um tað løgfrøðiliga. Politiskt kann eg ikki gera meira. Eg hangi longu saman við Kára P. Højgaard. Nú er tað upp til løgtingið, hvat síðani hendir, segði Kaj Leo Holm Johannesen.
Tað hendi so dagin eftir, tá Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Poul Michelsen í felag løgdu fram misálit á løgmann.
- Hetta málið hevur undirgrivið politisku skipanina somikið nógv, at eg kann ikki meira standa modell til hetta. Tað er eitt mark fyri, hvussu langt man vil fara. Eg vil ikki longur vera partur av ábyrgdini, og vit seta nú eina striku í sandin, segði Poul Michelsen, tá uppskot um misálit varð lagt fram.
- Ja, eg eri blakaður upp á politisku vektina, og tað má eg so bara fyrihalda meg til. Soleiðis er skipanin, svaraði Kaj Leo Holm Johannesen.
Framsøgumenninir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum gjørdu beinanvegin greitt, at teir fóru ikki at taka undir við misálitinum. Og tá Jákup Mikkelsen og Bárður Nielsen tosaðu vegna tilsamans 17 tinglimir, var beinanvegin undir orðaskiftinum greitt, at løgmaðurin eisini eitur Kaj Leo Holm Johannesen, tá dagurin var av.
- Hetta er eitt sjálvmál av tí aðru verð, segði Jenis av Rana við adressu til andstøðuna, tá hann tók orðið.
Formaðurin í Miðflokkinum hevur givið til kennar, at hann tekur undir við at seta ein kanningarstjóra at kanna málið um Skálafjarðartunnilin. Men fyrst eigur Landsstýrismálanevndin at fáa einar tvær vikur afturat at gera sítt arbeiði liðugt.
Hóast úrslitið av atkvøðugreiðsluni um misálit á løgmann tíðliga var greitt, so helt tað fram, tá hetta blaðið fór til prentingar seint seinnapartin hósdagin.