Stormurin rakar okkum í nátt

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av suðri, 8 til 12 m/s. Skýggjað og út á náttina regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Í nátt øtlar hann sum frá líðir vindin, upp í storm av suðri, 15 til 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, um 27 m/s. Skýggjað og út á náttina regn.

 

Í morgin

Hvassur vindur upp í storm av suðri, 15 til 22 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, 27 m/s. Sum frá líður makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 7 stig, um náttina millum frostmarkið og 4 hitastig.

 

Mánadagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina snarar í ein vestan og eitt skifti øtlar í skrið, 18 m/s. Samdrigið og vetraræl, sum frá líður mest sum kavi. Hitin millum 2 og 5 stig, um náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar í lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt kavaæl. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig, um náttina niður í 5 kuldastig.

 

Mikudagin

Lot til andøvsgul av útnyrðingi, seinni útsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig, um náttina millum 5 kuldastig og 2 hitastig.

 

Hósdagin

Lot til andøvsgul av útsynningi, 2 til 7 m/s. Samdrigið og okkurt kava- ella vátaslettingsæl. Hitin um 2 stig, um náttina um frostmarkið.