Tað er sera nógvur vindur í kvøld um alt landið. Tað merkist hjá løgregluni, sum hevur fingið nakrar fráboðanir um smærri skaðar, sum vindurin hevur ført til.
Vakthavandi fortelur, at klokkan 18:42 fekk løgreglan eina fráboðan úr Kollfjarðadali um leyst byggitilfar, sum fleyg á vegnum. Mann veit ikki, hvar tað stavar frá. Bilførarin, sum boðaði frá, tordi ikki at steðga, tí tað var so nógvur vindur. Løgreglan sendi átaksleiðaran í Kollafirði at hyggja nærri eftir byggitilfarinum, men hevur einki frætt aftur, sigur vakthavandi.
Í Suðuroynni hevur stormurin serliga gjørt um seg í kvøld, og á Tvøroyri er eitt vindeyga farið ígjøgnum. Innsatsleiðarin skal sambært vakthavandi hava neglt fyri vindeygað.
Og beint nú - klokkan 21:35 - hevur løgreglan fingið boð um eina takplátu í Havn, sum er loysnað. Hetta er í Berjabrekku, og Tórshavnar Sløkkilið hevur fingið boð um at hyggja eftir hesum.