Køld luft streymar inn yvir Føroyar úr útsynningi og vestri, seinni vestri og útnyrðingi. Leygardagin mennist eitt djúpt lágtrýst við Hvarvið og flytir seg í ein útnyrðing, og tey tilhoyrandi brúgvaløgini fara framvið Føroyum nátt til sunnudag úr vestri. Eftir teimum fylgir ein sterkur streymur av ælingi og nakað kaldari luft úr vestri. Týsdagin endurtekur søgan seg, nýggj brúgvaløg fara framvið úr útsynningi, og eftir tey kemur ælaveður.
Veðurvánirnar leygardagin
Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi ella vestri. Samdrigið og ælingur, partvís kavaslættingur ella kavi og hitin millum eitt og fimm hitastig. Um kvøldið makar hann vindin til gul til stívt andøvsgul av útsynningi, men seinni um kvøldið verður andøvsgul upp í ein strúk av suðri. Skýggjað, men regn ella vátaslættingur. Hitin millum trý og sjey stig. Nátt til sunnudag regnar og hitin fer upp til millum fimm og níggju stig. Gul til stívt andøvsgul úr útsynningi, sum veksur til stívt andøvsgul upp í hvassan vind.
Sunnudagin:
Skýggjað og regn, men seinnapartin klárar í, tó okkurt æli. Hitin um átta stig, men fellur síðani til 5 stog. Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi. Um kvøldið og náttina samdrigið og ælingur, partvís kavaslettingur ella heglingur. Hitin millum eitt og fýra stig, og strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri.