Hesar seinastu dagarnar hevur hann ligið við kulda og kava. Men nú verður lýggjari aftur.
Eftir at hava granskað veðurkortini sigur Petur Skeel, at leygardagin verður hampiligt veður og nakað út á sunnudagin.
- Tað verður eisini eitt sindur lýggjari – upp í sjey stig, sigur hann.
Sunnukvøldið verður hinvegin stormur av landsynningi við eini vindferð upp á millum 20 og 25 metrar um sekundið. Tað verður haraftrat regn og upp í eini 8 stig.
Mánadagin minkar hann vindin nakað av landsynningi og suðri. Tað verður uppaftur lýggjari og ælaveður.
Týsdagin og mikudagin verður hvassur vindur við somu ættum, við regni og ælingi.
- Hitin fer at liggja millum 6 og 10 stig, sigur Petur Skeel.










