Tað verður boðað frá stormi seinni í dag, og ringa veðrið ávirkar siglingina millum Havnina og Krambatanga. Strandferðslan sigur nú, at Smyril hevur avlýst tveir túrar í dag. Smyril siglur ikki túrarnar úr Havnini klokkan 16:00 og av Krambatanga klokkan 18:45.
- Veðurforsøgnin í dag boðar frá vindi, hørðum hvirlum og avfalli. Serliga seinnapartin í dag verður nógvur vindur. Roknast kann við, at broytingar og avlýsingar verða á sjógvi og landi. Tí verður heitt á fólk, at kunna seg um ferðslubroytingar á okkara heimasíðu, rutuupplýsing ella umvegis okkara sms-tænastu, skrivar Strandferðslan á heimasíðu síni.
Les eisini:Í dag verður stormur
Men allir túrarnir millum Havnina og Krambatanga eru ikki avlýstir, tí siglt verður aftur úr Havn klokkan 21:15 í kvøld.