Trýst á pílin undir myndini og hoyr Petur Skeel Jacobsen siga frá veðrinum
Hóast fyrraparturin sær góður út, sigur veðurfrøðingurin hjá Miðlahúsinum frá lítið tespiligum veðrið sum líðir út á seinnapartin.
Seinnapartin í dag sigur Petur Skeel Jacobsen frá stormi - upp móti 24 metrum um sekundi av suðri - og um kvøldið avfall, møguliga fyrst sum kavi og seinni sum regn.
Hitin kemur at vera um tvey og fimm stig.
Sambært Landsverki kann eisini roknast við hálku við Heltnina á Oyndarfjarðarvegurin, um Gjáarskarð, á Sundi og í Hvalba.
Í morgin verður strúkur í vindi upp í hvassan vind av útsynningi, ella millum 11 og 21 metrar um sekundi, men fríggjadagin verður aftur sagt frá stormi.