Stormur á Sandi

Klokkan 19.18 í kvøld máldi vindmátarin hjá Landsverki millum 23 og 28 metrar um sekundið á Brekkuni Stóru í Sandoynni.

Tað er nógvur vindur á ávísum støðum kring landið í kvøld, serliga tá havt verður í huga, at dagurin í dag er hin 8. mai, og vit helst skuldu merkt ein farra av summarveðri.

 

Dagurin í gjár var góður, og hepnaðist væl við veðri, bæði í Havn, har tiltakið Ein dagur á grynnuni var - og á Toftum, har skipað varð fyri bátafestivali í besta veðri.

 

Á Brekkuni Stóru í Sandoynni máldi vindmátarin hjá Landsverki klokkan 19.18 í kvøld millum 23 og 28 metrar um sekundið. Á Øraskarði á Fámjingvegnum var eisini nógvur vindur, millum 22 og 25 metrar um sekundið.

 

Bæði á Brekkuni Stóru og á Øraskarði var hann landnyrðingur norðan í ættini, og í øllum førum á Sandi er hetta ring ætt, sum gevur nógvan vind og hvirluvind.