Tað er so sera ymisk, hvussu vindurin rakar tey ymisku støðini í landinum í morgun.
Veðurstovnurnar hava mett, at vit kunnu vænta okkum storm í morgun, men tað letur til, at tað einans er í Kollafirði, at vindurin er av stormstyrki.
Sambært veðurmátingunum er vindurin upp í 32 m/s Norðuri í Sundum í Kollafirði.
Aðrastaðni í landinum er munandi frægari - sunnanfyri er ikki nógvur vindur. Tað mesta er á Sandi, har hann sigur frá 19 m/s á Brekkuni Stóru.
Tað er tó hálka um alt landið og landsverk heitir á bilførarar um at vísa varsemi í dag.