Danska veðurstovan DMI væntar regn og nógvan vind allan jólaaftan men út á kvøldið og náttina øtlar hann vindin heilt upp í hvassan storm og tað fer at kava.
Fleiri brúgvaløg við regni og vindi fara komandi dagarnar yvir Føroyum úr suðri og útsynningi. Týsdagin fer eitt djúpt lágtrýst av útsynningi framvið beint norðan fyri Føroyum, meðan eitt stormlágtrýst nærkast Føroyum jóladag og fer síðani í ein landsynning. Eftir lágtrýstið streymar køld luft við kavaælum yvir oyggjarnar av norði og útnyrðingi.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið, támut og stundum regn ella sirm. Í nátt verður strúkur í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 m/s. Samdrigið, támut og stundum regn. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin verður fyrst stívt andøvsgul upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s, men sum fyrrapartuurin líður makar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s. Skýggjað og turt, men seinni regn av og á av útsynning. Um kvøldið og náttina okkurt ælið og annars klárt. Hann makar vindin niður í gul til stívt andøvsgul av ymsum ættum. Hitin um 5 stig.
Mánadagin verður upp í stívt andøvsgul av ymsum ættum, 5 til 10 m/s. Tað verður skýggjað og regn av útsynningi, seinni ælaveður. Út á náttina frískar hann vindin upp í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri, 10 til 15 m/s, men makar hann aftur út móti morgni. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin øtlar hann vindin upp í strúk í vindi upp í skrið av suðri, sum seinni snarar í ein útsynning og øtlar vindin upp í skrið ella storm, 18 til 23 m/s, við hvøssum hvirlum. Tað verður skýggjað og regn av útsynningi, seinni ælaveður. Út á náttina makar hann vindin niður andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 8 stig.
Tollaksmessudag verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s, sum út á dagin makar niður í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og seinni snarar í ein útsynning. Samdrigið og ælaveður, møguliga heglingur. Um náttina snarar hann í ein eystan og landsynning og verður andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 m/s, og tað fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Jólaaftan øtlar hann vindin upp í hvassan vind upp í skrið av suðri, 15 til 20 m/s, seinni strúkur í vindi upp í skrið av ymsum ættum. Meginpartin av degnum verður skýggjað og regn og hitin millum 5 og 8 stig. Jólaaftan og jólanátt slær hann um upp í storm ella hvassan storm av norði og útnyrðingi, 20 til 25 m/s. við regni sum fer yvir í kava og kavaæl. Hitin fellur til frostmarkið.