Stormur jólaaftan

Fimm daga forsøgnin hjá DMI boðar ikki frá góðum jólaveðri.

Fleiri djúp lágtrýst yvir Atlantshavinum fara í ein útsynning móti Íslandi komandi dagarnar. Tilhoyrandi brúgvaløg við regni og vindi koma í løtum fram við Føroyum av útsynningi og vestri.

 

Í dag

Andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, stundum upp í hvassan vind, 15 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt æl. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Í morgin

Skrið ella stormur av suðri, 18 til 23 m/s, í hvirlunum upp í hvassan storm, seinni makar hann vindin niður í strúk í vindi ella skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Fyrst skýggjað og regn, seinni samdrigið og ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í hvassa vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 4 og 8 stig.

 

Hósdagin

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s. Samdrigið og ælaveður. Hitin millum 3 og 7 stig.

 

Tollaksmessudag

Strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og vestri, 13 til 18 m/s, sum lækkar í ein útsynning og sunnan og øtlar í skrið ella storm, 18 til 23 m/s. Skýggjað og regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 9 stig.

 

Jólaaftan

Stormur til hvassan storm av útsynningi og vestri, 20 til 25 m/s, men sum frá líður makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Skýggjað og ælaveður og hitin millum 5 og 9 stig.