Eitt djúpt lágtrýst ferðast frá Íslandi móti Føroyum, og hetta ber vánaligt veður við sær, siga veðurfrøðingarnir hjá DMI.
Har siga tey, vindurin fer at vaksa í kvøld, og í nátt verður stormur við hvirlum í orkanstyrki. Tað verður skiftandi skýrák og ælaveður við vátakava og heglingi. Í morgin verður heldur frægari, men talan verður framvegis um ælaveður, og hitalagið verður um frostmarkið.










