Í morgin verður skrið ella stormur av landsynningi, væntar Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum.
Tíbetur minkar hann vindin seinni í vikuni, so at restina av vikuni verður gul til stívt andøvsgul. Ættin verður landsynningur og sunnan.
Hitin alla vikuna fer at liggja millum 5 og 10 stig.
Seinnapartin í morgin kemur regnið aftur, og alt vikuskiftið kunnu vit vænta okkum okkurt æli, tó at onkrir sólglottar kanska verða sunnudagin.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.









