Stormur í kvøld

Bæði skip og bussar avlýsa túrar í dag

(Mynd: Ingi Sørensen)

Føroyska Veðurstovan roknar við, at tað vera upp í 25 m/s í kvøld, og Strandferðslan hevur avlýst túrar hjá bæði skipum og bussum. Eitt nú hevur Smyril avlýst kvøldtúrin. Broytingarnar síggjast á heimasíðuni hjá Strandferðsluni.

 

Føroyska Veðurstovan sigur, at seinnapartin vera 13-18 m/s við strongum hvirlum av eystri, seinni av suðri og útsynningi. Samdrigið og regn, men eitt skifti verður turt. Í kvøld og í nátt vera upp í 22 m/s, í støðum upp í storm, 25 m/s. Seint í nátt minkandi vindur av útnyðringi. Regn ella vátakavi. Hitin í dag millum 6 og 9 stig, í nátt millum 1 og 6 stig.  

 

Sunnudagin vera 5-10 m/s av norði og útnyðringi. Um kvøldið 10-15 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin um dagin millum 6 og 10 stig, um náttina millum 3 kuldastig og 4 hitastig.

 

(Mynd: Ingi Sørensen)