Stormur í kvøld

Eitt lágtrýst ferðast fram við Føroyum og í kvøld verður nógvur vindur

 

 

Á donsku veðurstovuni siga tey, at talan verður um vindmegi millum 18 og 23 metrar um sekundið í kvøld, og í hvirlunum verður talan um storm. Samstundis verður nakað lýggjari, soleiðis at tað fer at regna.

 

Í morgin verður vindumegin tann sama fyrrapartin, men sum frálíður minkar vindurin niður í einar 13-16 metrar um sekundið.