Køld og óstøðug luft trokar seg inn yvir Føroyar av vestri, og leygardagin fer eitt minni lágtrýst framvið. Sìðani trokar aftur kaldari luft seg inn yvir úr vestri og útnyrðingi, og mikudagin kemur eitt djúpt lágtrýst av útsynnini.
Leygardagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri og útsynningi, 5 til 10 m/s, seinni lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s, av ymsum ættum. Fyrst samdrigið og ælaveður, seinni skýggjað og nakað av regni, vátaslettingi ella kava. Hitin millum 1 og 5 stig. Sunnunáttina verður gul til stívt andøvsgul av landnyrðingi, 5 til 10 m/s. Vátaslettingur ella kavaæli og hitin millum frostmarkið og trýst hitastig.
Sunnudagin verður gul til stívt andøvsgul , 5 til 10 m/s, fyrst av eystri, seinni av útnyrðingi og vestri. Skýggjað og avfall, mest sum vátaslettingur ella kavi og hitin millum 1 og 3 stig. Um náttina verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt kavaæl seinni og hitin millum 2 og 4 stig.
Mánadagin makar hann vindin og verður gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s. Samdrigið og vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum 1 og 5 stig, um náttina niður móti frostmarkinum og í støðum frost.
Hósdagin verður lot til andøvsgul av umsum ættum, 3 til 8 m/s, men út á dagin øtlar hann upp í gul til stívt andøvsgul av útsynningi. Yvirhøvur turt og sólglottar, og hitin millum 1 og 5 stig. Um náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi og eystri, 15 til 20 m/s., tað verður skýggjað og regn sunnanfyri og hitin millum 3 og 8 stig.
Mikdudagin verður strúkur í vindi upp í skrið av landsynningi, 13 til 18 m/s, sum snarar í ein útsynnning og hann veksur vindin upp í storm, 18 til 23 m/s. Regn, seinni klárar í, men kortini okkurt regnæli. Hitin millum 5 og 10 stig. Um náttina makar hann vindin niður í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s. Tað klárar í, tó verður okkurt æli og hitin millum 1 og 5 stig.
Hósdagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 til 13 m/s, um náttina upp í hvassan vind av suðri og útsynningi, 10 til 15 m/s. Samdrigið og ælaveður og hitin um dagin millum 3 og 7 stig, um náttina niður í tvey stig.










