Landsverk fær upplýsingar um veðrið í Føroyum frá teimum 27 veðurstøðunum hjá Landsverki kring landið. Hesar veita upplýsingar um millum annað hita, vind, ætt og hvirlur hvørt 10. minutt alt samdøgrið. Av teimum 27 veðurstøðunum eru 14 eisini útgjørdar við vevmyndatóli, soleiðis at til ber at síggja støðuna á vegnum.
Soleiðis sær út kring landið nú, sambært Landsverki.
- Klaksvík, Gerðabøur - kl. 13:40 Stívt andøvsgul, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Syðradalur - kl. 14:05 Hvassur vindur, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Gjáarskarð - kl. 14:01 Skrið, í hvirlunum upp til 37 m/s
- Kambsdalur - kl. 14:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Gøtueiði - kl. 14:05 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Heltnin, Oyndarfjarðarvegurin - kl. 14:05 Skrið, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Streymnes - kl. 14:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Høgareyn - kl. 14:05 Skrið, í hvirlunum upp til 29 m/s
- Á Sandavágshálsi - kl. 14:05 Stormur, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Oyggjarvegur við Norðadalsskarð - kl. 14:05 Stormur, í hvirlunum upp til 31 m/s
- Glyvursnes - kl. 14:08 Stormur, í hvirlunum upp til 29 m/s
- við Velbastaðháls - kl. 14:05 Stormur, í hvirlunum upp til 34 m/s
- Sandoy, á Brekkuni Stóru - kl. 14:05 Skrið, í hvirlunum upp til 32 m/s
- Hvalba - kl. 14:05 Andøvsgul, í hvirlunum upp til 27 m/s
- Ørðaskarð, Fámjinsvegurin - kl. 14:09 Hvassur stormur, í hvirlunum upp til 58 m/s
- Porkerishálsur - kl. 14:05 Stormur, í hvirlunum upp til 40 m/s