Seinasta samdøgnið hevur ógvusligt ódnaðarveður verið um meginpartin av vesturstrond Grønlands, og kring um í býum og bygdum hava nógvir stormskaðar verið, men tíbetur eingin mansskaði.
Í Nuuk og Paamiut hava hvirluvindar havt orkanstyrki, og miðalvindferðin hevur ligið um einar 30 metrar um sekundið. Stórar bingjur eru koppaðar sum legoklossar, og vindurin hevur serliga gjørt um seg seinnapartin í dag.
Grønlendska løgreglan veit at siga, lyktapelar eru skræddir upp og koppaðir, bilrútar og rútar í bygningum eru brotnir, tá flúgvandi lutir og smáir steinar raktu.
Í Paamiut hava eisini verið nakrir stormskaðar, og eitt nú hevur skúlin - Atuarfik Tuiisaq - verið stongdur í dag, og næmingarnir vóru heima. Ein rútur fór í skúlanum, tá okkurt feyk í hann.
- Skúlin var stongdur, men eg var til arbeiðis á mínari skrivstovu. Tá eg hevði verið og fingið mær at eta og kom inn aftur á skrivstovuna, fleyg alt runt í rúminum, og brotið glas var á gólvinum.
Tað sigur varaskúlastjórin í Atuarfik Tuiisaq, Johansinnguaq Rosing, við Sermitsiaq, ið eigur viðheftu mynd, sum er tikin í Nuuk.