Stormur í eitt døgn afturat

- men so er sloppið, siga DMI og yr.

Eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing úr Føroyum fer í ein eystan meðan tað fyllist. Sunnudagin fer eitt nýtt lágtrýst í ein landnyrðing millum Føroyar og Ísland. Í komandi viku liggur Føroyar í einum sterkum streymi av útsynning, meðan brúgvaløg við regni og vindi koma framvið.

 

Í dag

Hann snarar vindin í ein útsynningi og øtlar sum frá líður upp í hvassan storm, 25 m/.s. Seinnapartin verður samdrigið og laveður, í nátt ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava og hann makar vindin nakað. Hitin verður millum 6 og 10 stig.

 

Í morgin

Skrið upp í hvassan storm av vestri, 18 til 25 m/s, sum snarar í ein útnyrðing og makar spakuliga niður í andøvsgul upp í strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við heglingi ella vátaslettingi, seinni turt og hann slítur í. Um náttina sum frá líður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn. Hitin millum 2 og 5 stig.

 

Týsdagin

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, um 18 m/s. Fyrst skýggjað og regn, men seinni slítur hann í, tó verður møguliga támut. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Mikudagin

Stívt andøvsgul upp í skrið av útsynningi, 10 til 18 m/s, seinni makar hann niður í gul til stívt andøvsgul, í støðum strúkur í vindi, 13 m/s. Skýggjað, stundum regn ella tám og møguliga mjørki fyrrapartin. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Hósdagin

Gul til stívt andøvsgul av vestri og suðri, 5 til 10 m/s, sum øtlar upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.

 

Gamlaárskvøld

Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s. Skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin millum 5 og 10 stig.