Stormávaring


 

Heimsbankin hevur lýst stormávaring fyri heimsbúskapin. Seinasta oddagreinin í búskapartíðarritinum The Economist tosar um eina heimsresessión. Amerikanski búskapurin koyrir sera tungt, europeiska framleiðslan stagnerar og japanesarar siga upp fólki í tíggjutúsundatali. Onkur vil kanska spyrja, um hettar hevur nakað við okkum at gera.


Ein líknandi búkskaparkreppa gjørdi um seg í heiminum miðskeiðis í áttatiárunum. Tá hildu vit her í Føroyum, at tann búskaparliga tyngdarmegin ikki hevði nakað við okkum at gera. Danskarar høvdu »kartoffelkuren« og vit høvdu vøkstur um alla linjuna. Søgan hevur so síðani víst, at brotini í heimsbúskapinum eisini raka okkum fyrr ella seinni. Seinast hetta hendi vóru lúkurnar ikki framúr væl skalkaðar, og komu vit í ringastu búskaparkreppu í Føroyum síðani fimmtiárini.


Tað er nógv í búskapi okkara, ið vit hava sera avmarkaða ávirkan á. Vit kunnu nevna fiskaprísir, rentu, prís á innfluttari vøru og krónuvirði fyri bert at nevna nøkur fá dømi.


Tá nú stormávaring er fyri heimsbúskapin og brotini merkjast í flest øllum londum, eisini næstu grannalondum okkara sosum Danmark, hvat ger Føroya Landstýri?


Skilagott hevði verið at skalka lúkurnar, áðrenn brotini raktu, tí tað gera tey fyrr ella seinni. Føroya landstýri hevur nú í trý ár tosað um hvussu væl vit eru fyri, og hvussu lítið verður brúkt av blokkinum. Fyri at prógva hettar punktið hava teir forsømt eitt nú almanna og heilsumál.


Eru vit veruliga so væl fyri, at vit megna at standa ímóti eitt nú rentubroytingum og lækking av fiskaprísum? Eftir øllum at døma ivast núverandi samgonga ikki í hesum eftirsum teir geva avkall uppa hálvtfjórðhundrað milliónir í næsta ár samstundis, sum millardrokning fyri viðlíkahald av hesum samfelagi liggur fyri framman.


Onkur vil ivaleyst meina at blokkniðurskurðurin er dirvi, men er tað dirvi tá man siglir beint í illveðurssjógv við víðopnum lúkum? Tá er talan um vánaligan sjómansskap og hevur tað einki við dirvi at gera. Búskaparliga kósin er sett og fyrireikingarnar gjørdar. Nú má næsta vakt á brúnni bert skalka sum frægast eftir fullveldisvaktina.


Tað verður torført og ópopulert hjá næstu samgongu at skula ígjøgnum eina beinharða prioritering eftir at hendan samgongan sum eitt tað allarsíðsta hon ger sendir pening retur til Nyrup. Tað er lætt at taka avgerðir, tá onkur annar skal taka uppaftur.