Stórfingin Víkinga móttøka

Víkinga liðið, ið hóskvøldið skrivaði søgu, fekk stórfingna móttøku í Eystur kommunu í kvøld

Hóskvøldið skrivaði Víkingur ein nýggjan kapittul í føroyska fótbóltssøgu, tá teir sum tað fyrsta føroyska liðið nakrantíð, megnaðu at leika seg í triðja undanumfar til Europa League kappingina.

 

Víkinga ferðalagið skuldi eftir ætlan koma til Føroyar tíðliga fríggjamorgunin, men orsakað nógva mjørkanum, ið hevur verið seinastu dagarnar, varð ferðalagið nakað seinkað.

 

Í dag eydnaðist tað so loksins ferðalagnum hjá Víkingi at lenda í Vágunum.

 

Í tí sambandi skipaðu áskoðararnir hjá Víkingi fyri stórfingnari móttøku fyri teirra hetjum. Tá bussurin við Víkinga leikarunum kom um Gøtueiði koyrdu útvið 100 bilar aftanfyri bussin, har teir floytaðu. Ein rúgva av fólki var eisini komin á vøllin í Sarpugerði, har Víkingur skipaði fyri móttøku.

 

Eftir nakrar talur, bjóðaði felagið inn í nýggja og snotisliga felagshúsið til ábit og drekka.

 

Hóskvøldið spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfari í Europa League. Tann dysturin verður í móti kroatiska HNK Rijeka og verður dysturin leiktur á Tórsvølli.