Stórfingin sterka manna kapping 12. september

(Ljóðsamrøða) Bogi Hammer hevur vón um, at Bjarni Nielsen kann gera ein vørr til kappingina, sum verður í høllini á Hálsi

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Boga Hammer, sum er tikin upp fyrr í dag.

 

Bogi Hammer fer saman við Bjarna Nielsen at kappast ímóti nøkrum framúrskarandi íðkarum í kappingini "Toyota Cup", sum verður í høllini á Hálsi í Havn, leygardagin 12. september.

 

Talan er um Zydrunas Savickas úr Litava, sum hevur verið heimsins sterkasti maður fýra ferðir, Eddie Hall, sterkasta mann í Bretlandi, Ole Martin Hansen úr Noregi, Nicolai Hansen, sterkasta mann í Danmark, og Laurence Shahlaei úr Bretlandi.

 

Bogi lovar, at kappingin verður áskoðaravinalig, og fer at byrja stundisliga klokkan 16, og verður liðugt avgreidd klokkan 17.30 leygardagin 12. september.