Stórfingin gáva frá Hans Jacob Fuglø

88-ára gamli Hans Jacob handaði fyrr í summar - 14. juli 2017, Áhugafelag Nólsoyar Páls stórfingna gávu. Tað snýr seg um eina eftirgerð av Biskupsstøð-bátinum, sum Hans Jacob Fuglø hevur gjørt í støddarlutfallinum 1:8. Øll útgerð til bátin er eisini við, og er báturin sera væl frágingin.
 

– Vit eru ómetaliga takksamir fyri hesa gávu, sum fer at fáa fast pláss í Nólsoyar Páls húsinum, sum nú er í gerð, siga menninir handan áhugabólkin, Archibald Black, Líggjas í Bø, Anfinn Kallsberg og Finn Kjølbro.
 
Jákup bóndi, langabbasonur Nólsoyar Páls, smíðaði Biskupsstøð-bátin fyri umleið 90 árum síðani. Tað er so heppið, at hesin bátur er varðveittur og stendur í neystinum hjá Nólsoyar Páll og verður enn flotaður av og á til serlig høvi.
 
Hans Jacob, ið er bátabyggjari, hevur smíðað verulig skip og bátar. Seinnu árini hevur hann bygt modell av nógvum søguligum føroyskum skipum og sluppum, við slíkum hegni og neyvleika, at eingin ger honum tað eftir.
 
– Vit meta gávuna frá hesum stóra listamanni sum ein dýrgrip, ið vit fara at varðveita á tryggan hátt og sýna fram í húsi Nólsoyar Páls, tá ið byggingin er liðug, verður sagt frá Áhugafelag Nólsoyar Páls.