Stórfingin føðingardagsgáva á Skála

Í kvøld fegnast tey á Skála um, at besta liðið hevur givið felagnum stórfingna 50 ára føðingardagsgávu

Tað er ítróttarveitsla á Skála í kvøld. Eftir kappingarenda fagna tey á vestara armi á Skálafjørðinum, at fótbóltsflaggskipið hjá teimum aftur er partur av bestu deildini. Sjálvandi kemur tað væl við, at Pauli Poulsen og hansara menn hava givið felagnum uppflytingina í 50 ára føðingardagsgávu.

Skála Ítróttarfelag varð stovnað 15. mai 1965. Tey fyrstu árini snúði tað seg fyrst og fremst um kappróður. Síðstu fjórðingsøldina hevur tað verið fótbólturin, sum hevur verið á dagsskrá.

 

Síðani 2002 hevur Skála verið átta ár í bestu deildini. Síðsta royndin var í fjør, tá ið Skála endaði á níggjunda plássi og flutti niður. Steðgurin í næstbestu deildini var bara eitt ár, tí Skála hevur fyri fleiri umførum síðani tryggjað sær uppflyting.

 

Í dag vórðu gullkrónurnar og steypið fyri at vinna deildina handað eftir 27. og síðsta dystin í hesum kappingarárinum. Sambært kappingarskipanini skuldi síðsti dysturin vera á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Feløgini vóru samd um, at kommunuuppgerðin skuldi vera á Skála, og tað góðtók FSF.

Tí var Skála á útivølli ímóti NSÍ á vøllinum á Skála. Skálamenn vunnu 3-1, og harvið var úrtøkan 70 stig og gullkrónurnar.

 

Tað er longu greitt, at Pauli Poulsen eisini næsta ár verður venjari á Skála, sum nú fer at spæla í bestu deildini. Bestu úrslitini higartil í fremstu røð rakk Skála í 2004, tá ið felagið vann bronsuplássið og í 2005, tá ið silvurkrónurnar endaðu á Skála.

 

mynd: www.skalaif.fo