Stórdystirnir vera beinanvegin

Løgmanssteypið: Fýra tey fremstu í landskappingini í fjør hittast í innanhýsis uppgerðum longu í fyrsta umfari

Í fjør vann Víkingur steypafinaluna ímóti KÍ, sum bara tapti henda eina dystin í 2022. Í fyrsta umfari í steypakappingini fer Víkingur spæla á heimavølli ímóti HB, og KÍ eigur B36 á útivølli

Tað var ikki hissini lutakast, sum tað var, tá ið lutur fyri løtu síðani varð drigin í Televarpinum um, hvør skal spæla ímóti hvørjum í fyrsta umfari í kappingini um løgmanssteypið.

 

Í fjør vann Víkingur steypafinaluna ímóti KÍ. Nú skal Víkingur longu í fyrsta umfari spæla á heimavølli ímóti HB, sum eigur ríkari steypasiðvenju enn nakað annað felag.

 

At tað ikki eydnaðist at vinna steypafinaluna var stórt vónbrot í fjør hjá KÍ. Seinnu árini er KÍ ofta snávað beinanvegin í steypakappingini, og tað verður stór avbjóðing hjá KÍ longu í fyrsta umfari. Mótstøðuliðið verður B36 í Gundadali.

 

Í steypakappingini lúrir møguleikin støðugt fyri púra óvæntaðum úrsliti. Hóast tað í fleiri dystum sær út til, at talan er um stórar favorittar, so kann ikki útilokast, at talan verður um okkurt óvæntað úrslit.

 

 

 

Víkingur – HB

 

FC Hoyvík – EB/Streymur

 

ÍF – 07 Vestur

 

AB – FC Suðuroy

 

B36 – KÍ

 

Skála – B71

 

TB – B68

 

NSÍ – MB

 

Í fjør vann Víkingur steypafinaluna ímóti KÍ, sum bara tapti henda eina dystin í 2022. Í fyrsta umfari í steypakappingini fer Víkingur spæla á heimavølli ímóti HB, og KÍ eigur B36 á útivølli