Storberget leggur frá sær

Norski løgmálaráðharrin, Knut Storberget, boðaði í dag frá, at hann leggur frá sær.

Storberget hevur møtt hørðum atfinningum eftir terrorálopið 22. juli, tá Anders Behring Breivik brast eina bumbu í stjórnarøkinum, og síðani koyrdi til Utvika og sigldi stuttu leiðina út til Utøya, har hann mydri 69 fólk, meginparturin ung um 15 til 17 ár.

Knut Storberget sigur sjálvur, at tað ikki eru hørðu atfinningarnar, sum hava fingið hann at taka avgerðina.

- Eg tók avgerðina longu í februar, tá eg var í barnsburðarfarloyvi. Seks ár í løgmálaráðnum má vera nóg mikið. Tað krevur sítt at vera løgmálaráåharri og samstundis hava smá børn, sigur Knut Storberget.

Nýggjur løgmálaráðharri verður verjumálaráðharrin, Grete Faremo.

Avvarandi at ofrunum á Utøya eru fegin um, at Storberget leggur frá sær.

- Eg vóni, at hon verður meira opin og skapar meira gjøgnumskygni og demokrati i praksis, so vit, sum mistu okkara børn á Utøya, kunnu fáa fleiri upplýsingar um hvat veruliga hendi okkara børnum, sum doyðu á Utøya, sigur Jarl Robert Christiensen við VG Nett.

Men tað eru langt frá øll sum trúgva søguni um, at hann fyri langari tíð síðani tók avgerðina um at leggja frá sær orsakað av familjuni.

- Knut Storberget hevði inntil fyri fáum vikum síðani ongar sum helst ætlanir um at leggja frá sær. Tað veit eg frá keldum, sum standa honum nær, skrivar kjakredaktørurin á VG, Elisabeth Skarsbø Moen.

Hon heldur heilt einfalt, at hann ikki megnaði at standa ímóti trýstinum longur.