Stórbærur dokumentarfilmur um Ronaldo

(Kykmynd) Síggj forfilmin ("trailarin") til dokumentarfilmin, sum kemur í heyst her

Stórir forvæntningar eru til nýggja dokumentarfilmin um superstjørnuna Cristiano Ronaldo. Ein dokumentarfilmur, sum kemur í heyst, og sum eisini viðger Cristiano Ronaldo, sum menniskja. 

 

Dokumentarfilmurin er tikin upp gjøgnum eitt 14 mánaðar tíðarskeið, og gevur eitt sjáldsamt innlit í lívið hjá Cristiano Ronaldo, bæði innanfyri og uttanfyri fótbóltsvøllin.

 

- Tað týdningarmesta fyri meg er familjan, og vinirnir hjá mær, greiðir Cristiano Ronaldo frá í filminum. - Orsøkin til, at havi rokkið so nógvum málum, er tí, at eg havi ofrað meg. Summi elska meg, onnur hata meg. Men eg varð skaptur til at verða tann besti. Tað er soleiðis eg havi livað lív mítt, greiðir Ronaldo frá í filminum.

 

Um alt gongur, sum tað skal, so spælir Cristiano Ronaldo á Tórsvølli 10. oktober í 2016, tá Føroyar og Portugal møtast í HM-undankappingardysti.

 

Tað eru somu framleiðarar, sum framleiddu dokumentarfilmin um brasilska formel 1 koyraran, Ayrton Senna, sála, sum hava framleitt filmin um Cristiano Ronaldo, sum fer at verða frumframsýndur 7. november í ár. 

 

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj forfilmin ("trailarin") til dokumentarfilmin um Ronaldo. Trailarin kom út alment fyrr í dag.