Tað ljóðar næstan sum skemt, at millarda-ætlanin um at byggja ein nýggjan býling í Hoyvíkshaganum til fleiri túsund fólk við stórari handilsmiðstøð, fótbóltshøll, skoytihøll, svilmijihøll, stórum hotelli og skrivstovubygningum, nú verður broytt til ein kirkjugarð.
Løgið, men tað er kortini satt.
Tórshavnar býráð hevur broytt byggisamtyktina fyri økið, sum í sínari tíð varð lagt av til glæsiligu verkætlanina hjá føroyska ríkmanninum í Íslandi, Jákupi á Dul, sum Bárður Nielsen, sum nú er formaður Sambandsfloksins – fram um politikkin – valdi at stjórna.
Stóra økið, sum varð lagt av til verkætlanina liggur norðan fyri Klingruna, sum er ovasti ringvegurin í Hoyvík. Fjórða avkoyrigin í rundkoyringini við norðara enda á Løgmannabreyt skuldi vera til Stórutjørn. Men hon kann nú í staðin nýtast til jarðarferðir og til fólk, sum ætla at vitja í nýggja kirkjugarðinum í Hoyvík.
Sambært lýsing frá Tórshavnar kommunu, so fevnir broytingin í byggisamtyktini seg um, at øki upp á umleið 26.000 fermetrar av D2-ítróttarøkinum norðan fyri Klingruna eystur ímóti býarpartinum inni á Gøtu, verður broytt til D1-øki.
Tað merkir, at hesin parturin av økinum til Stórutjørn kann brúkast til kirkjugarð í staðin fyri til glæsiligu verkætlanina Stórutjørn.










