Stórar tolleftirstøður undir kreppuni

- Tollmálið var illa hagreitt av tollmyndugleikunum og skeivt viðfarið fyrisitingarliga, segði Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu.

Leif Abrahamsen, stjóri á Føroya Gjaldstovu síðan 1991, var eitt av vitnunum á rættarfundinum í gjár í nógv umrødda tollmálinum, har Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, hevur stevnt fýra tíðindafólkum fyri ærumeiðing. 

 

Fram til 1998 var Føroya Gjaldstova eisini innkrevjingarmyndugleiki á tolløkinum.

 

Undir vitnisavhoyringini segði Leif Abrahamsen, at tollmálið í Sørvági var fyrsta mál, hann sum stjóri fekk av slíkum slag, og hann segði, at Føroya Gjaldstova hevði kravt inn skuld hjá Niclasen-fyritøkuni.

 

Leif Abrahamsen helt, at Niclasen-málið var so illa hagreitt av tollmyndugleikunum og so skeivt viðfarið fyrisitingarliga, at hevði Føroya Gjaldstova tá farið í fútarættin við málinum, hevði málið helst verið avvíst. Tað hevði verið ov pínligt, helt hann fyri.

 

Sambært stjóranum á Føroya Gjaldstovu fekk landskassin alla tollskuldina hjá Niclasen-fyritøkuni aftur - fyri tey árini, Jørgen Niclasen var stjóri í fyritøkuni.

 

Leif Abrahamsen vísti á, at samlaða tollkredittskuldin árini 1989, 1990, 1991 og 1992 var ávikavist 43, 42, 47 og 64 miljónir krónur.

 

Hann segði, at eftirstøðan eitt nú í 1991 var 29 miljónir krónur av tilsamans 47 miljónum - og í 1992 var eftirstøðan fyri tollkredittir 25 miljónir krónur av 64 miljónum krónum.

 

Við hesum vildi Leif Abrahamsen ivaleyst siga, at tolleftirstøðan hjá Niclasen-fyritøkuni ikki var nakað eindømi í Føroyum um hetta mundi.

 

Stjórin í Føroya Gjaldstovu vísti á, at eftirstøðurnar fyri tollkredittir vóru so mikið stórar hesi árini, at Grannskoðan Landsins bað Føroya Gjaldstovu avseta pengar móti tapi.

 

Hetta var í eini tíð, har Føroyar vóru í stórari kreppu, og har stórur partur av føroyskum vinnulívi fór av knóranum.

 

Viðhefta mynd er av Brandi Ellingsgaard, sum í sakarmálinum hevur verið verji hjá teimum trimum kringvarpsfólkunum, Dia Midjord, Liljuni Weihe og Jan Lamhauge.