Í hesum árum eru stórar lívfrøðiligar broytingar í Barentshavinum, sum er eitt av teimum økjunum í heiminum, har avleiðingarnar av veðurlagsbroytinunum síggjast best.
Tað skrivar norski havrannsóknarstovnurin í einari nýggjari frágreiðing.
Stovnurin vísir á, at norskir og russiskir granskarar hava prógvað, at toskurin er longri norðuri og longri eysturi nú enn fyrr, samstundis sum kanningar hava víst, at onnur fiskasløg hava broytt ferðarmyntur.
Tað er greitt, at meðalhitin í Barentshavinum veksur, tí at heitari sjógvur kemur uttan úr Atlantshavinum, og eitt úrslit av tí er, at havísurin minkar nógv.
Havrannsóknarstovnurin sigur, at plantu- og djóraplankton veksa bæði í tali og nøgd, men at hetta er serliga galdandi fyri sløg, sum trívast best í heitari sjógvi. Harumframt eru ábendingar um, at broytingar henda eisini í umhvørvinum niðri á botni.
Tað er fyrr ávíst, at toskurin og lodnan eru farin norðureftir, men tað er týðiligt, at hetta sama er galdandi fyri onnur fiskasløg í Barentshavinum, skrivar tann norski havrannsóknarstovnurin í teirri nýggju frágreiðingini.









