Um vikuskiftið verður stóra steypafinaluvikuskiftið í hondbólti. Heili 19 dystir verða avgreiddir um vikuskiftið í høllini á Hálsi. Tað byrjar í kvøld við finalunum hjá gentum 16 og dreingjum 16. Í morgin verður spælt í næstan 12 tímar. Tað byrjar klokkan við teimum yngstu og heldur fram til kvinnu- og mansfinalunar, sum verða ávikavist klokkan 16.30 og 19.
Sunnudagin heldur steypavikuskiftið fram. Tá leggur Eydnudeildin fyri klokkan 12.50. Síðani verður spælt fram til klokkan 19, tá dreingir 18 finalan verður. Hondbóltssambandið sigur, at finalurnar verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, stroyming og tekstafrásøgnum.
Kringvarpið sendir kvinnu- og mansfinaluna beinleiðis í sjónvarpinum. Hartil verða skrivandi fjølmiðlarnir eisini á staðnum við tekstafrásøgn og videobrotum. Allar ungdómsfinalur verða stroymdar á youtube síðuni hjá HSF.
Trýst her: Handball Faroe Islands – YouTube
Skráin:
Fríggjadagin 16. februar:
kl. 18.30 G16: VÍF – Neistin
kl. 20.00 D16: H71 a – Kyndil
Leygardagin 17. februar:
kl. 09.00 G10B: Neistin a – H71 b
kl. 09.40 D10B: ÍA – H71 d
kl. 10.20 G12B: Neistin c – VÍF b
kl. 11.10 D12B: VÍF – ÍA
kl. 12.00 G10A: StÍF a – VÍF a
kl. 12.40 D10A: SÍF – VÍF a
kl. 13.20 G12A: H71 a – Søljan
kl. 14.20 D12A: H71 a – Neistin a
kl. 16.30 Kvinnur: Kyndil – Neistin
kl. 19.00 Menn: VÍF – Neistin
Sunnudagur 18. februar:
kl. 12.50 Eydnudeildin
kl. 13.30 G14B: Stjørnan – VB
kl. 14.30 D14B: Team Klaksvík – KÍF
kl. 15.30 G14A: Kyndil a – Neistin/ÍA
kl. 16.30 D14A: H71 a – Tjaldur a
kl. 17.30 G18: VÍF – H71
kl. 19.00 D18: H71 – Neistin