Stóru dagbløðini í Bergen leinkja Hall Hansson til Brann

Sannlíkt er, at Brann Bergen aftur gerst eitt føroyingafelag

Mynd: Bergens Aftenblad

Undanfarnu fýra kappingarárini spældi Gilli R. Sørensen í Brann Bergen áðrenn leiðin gekk til Odd í bestu norsku fótbóltsdeildini.

 

Nú tykist at vera sannlíkt, at botnliðið í bestu norsku fótbóltsdeildini aftur gerst eitt føroyingafelag.

 

Bæði tey størstu dagbløðini í Bergen, Bergens Tidende og Bergen Aftenblad umrøðu Hall Hansson sum ein komandi spælara hjá Brann Bergen.

 

Tó hava hvørki Brann Bergen ella núverandi felagið hjá Halli, AC Horsens grett orð alment um hetta møguliga skiftið.

 

Bergens Tidende skrivar, at hann (Hallur) "kann gerast spælari hjá Brann. Ber orð fyri at vera ein leiðari.".

 

Bergen Aftenblad hevur vent sær til Gilla R. Sørensen, fyrrverandi spælara hjá Brann sum lýsir Hall Hansson yvirfyri lesarunum hjá Bergen Aftenblad at "vera ein klassaspælara". 

 

Brann Bergen er í ringum skørum. Teir liggja aftast í bestu norsku fótbóltsdeildini við bert fimm stigum fyri 12 dystir. Tó eru bert tvey stig upp til triðaftasta plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardystir móti triðbesta liðnum í næstbestu deildini. Tvey tey niðastu liðini flyta beinleiðis niður. 

 

Hallur Hansson hevur verið knýttur at AC Horsens síðani 2016. 

 

 

 

Mynd: Bergens Aftenblad