Leicester er higartil ársins sólskinssøga í ensku Premier League. Felagið, sum undan kappingarárinum var mett sum størsti niðurflytingarfavorittur í kappingini, liggur aftaná 16 umfør á einum óvæntaðum fyrsta plássið.
So seint sum í gjár, vann Leicester 2-1 á heimavølli móti undanfarnu meistarunum úr Chelsea.
Um góða gongdin hjá Leicester fer at halda fram, kemur tað serliga væl til góðar hjá Leicester venjaranum, Claudio Ranieri.
Hann gjørdist í summar venjari hjá Leicester, og nógv vóru tá ivingarsom, um hann var rætti maðurin til Leicester.
Claudio Ranieri gjørdi tá eina avtalu í sáttmálanum hjá sær, at fyri hvørt pláss sum Leicester endaði omanfyri nummar 18 í kappingini, skuldi hann fáa 100.000 pund, sum svarar til 1 millión krónur í viðbót. Og sum støðan er í løtuni, stendur Claudio Ranieri til at fáa eina viðbót áljóðandi á 17 milliónur krónur.
Til stuttleikar kann nevnast at Claudio Ranieri fyri einum ári síðani fekk sekkin sum grikskur landsliðsvenjari, eftir at Føroyar sensatiónelt vann 1-0 á útivølli í Grikkalandi.
Tað er skjótt hvønn vegin í fótbólti!