Fríggjakvøldið aftaná fiskikappingina og vatnkríggið verður stór ókeypis útikonsert á stóra pallinum á Stangabrúnni, har seks bólkar fara at spæla.
Tað er Høgni Klakstein frá Dávavirkinum, sum hevur valt bólkarnar og hann sigur soleiðis um valið.
- Eg havi fyrst og fremst hugt eftir, hvørjir bólkar og einstaklingar venja regluliga her úti í Dávavirkinum og so hvørjir megna at spæla á einum stórum palli fyri nógvum fólkum og fylla eina tíma ella har áleið av tónleiki. Hesir bólkarnir megna uppgávuna og allir søgdu ja beinanvegin, sigur Høgni Klakstein við Norðlýsið.
Tiltakið á Stangabrúnni verður fríggjakvøldið og byrjar kl. 22.00. Tann kendasti bólkurin, ið skal spæla, er nokk Grandma’s Basement, sum spæla seinast. Hans Andrias Jacobsen hevur eisini verið nógv frammi og hevur hesuferð allan bólkin við. Vinir er gospelbólkur, sum hevur nógvar tónleikarar og sum hava nógv tilfar at framføra. Og so er tað Danny & The Veetos, sum fekk góð ummælir fyri sína konsert á Summarfestivalinum. Quarter To Three hevur givið tvey stakløg út á YouTube og fara at spæla í umleið 40 min.
Alt tiltakið er ókeypis.
Skráin fyri konsertina fríggjakvøldið sær soleiðis út:
Kl. 22:00 Gull – bólkur mannaður við nøkrum ungum – uml. 13 ára gomlum – kúllum, ma. Oddur Joensen, teir spæla 4 rokk løg.
Kl. 22:30 Quarter To Three
Kl. 23:15 Hans Andrias Jacobsen v/Bólki
Kl. 00:00 Danny & The Veetos
Kl. 01:00 Vinir
Kl. 02:00 Grandma’s Basement










