Føroyingarnir, sum vóru millum áskoðararnar á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í gjárakvøldi fingu eitt minni fyri lívið.
Miðlahúsið hevði ljóðupptakarin við, og áðrenn, undir og aftaná dystin var prátað við Ivan Eginsson Eysturland, Pætur K. Winther og Gerhard Páll Lognberg, sum vóru bergtiknir av tí íslendska stríðsviljanum. Á ljóðreportasjuni hoyrist eisini hvussu góður stemningurin var á Laugardalsvøllinum í gjár.
Tað ber til at hoyra ljóðreportasjuna undir myndini.










