Stór trygdardagføring til Windows

Microsoft boðar frá at stórar trygdardagføringar koma til Windows í kvøld. Hetta eru størstu dagføringar síðani 2011.

 

Microsoft boðar frá at stórar trygdardagføringar koma til Windows í kvøld. Hetta eru størstu dagføringar síðani 2011.

Tey, ið hava Windows-teldur, eru von við, at hvønn annan týsdag í mánaðinum koma dagføringar til telduna. Í kvøld koma so aftur dagføringar, hesu ferð ikki minni enn 16. Dagføringarnar eru til forrit sum Internet Explorer, Windows, Office, Exchange Server og SharePoint server.

 

Fimm av dagføringunum eru eyðmerktar sum neyðugar, og viðvíja tær allar Windows-stýriskipanini. Dagføringarnar skulu tætta hol í stýrisskipanini, sum higartil hava gjørt tað gjørligt hjá teldusníkum at taka ræðið á telduni.

 

9 dagføringar eru eyðmerktar sum týdningarmiklar, meðan tær báðar seinastu eru eyðmerktar sum hóvligar.

 

Neyðugu dagføringar krevja sum vera man, at ein sløkkir og tendrar telduna av nýggjum, tá dagføringarnar eru tiknar niður av netinum.

 

Væntandi eru dagføringarnar klárar umleið klokkan 18.00 føroyska tíð.